Aftur í nátt hava russar sambært ukrainska flogvápninum skotið kamikaze-dronur eftir málum í Ukraina.
Sagt verður, at tilsamans 16 dronur høvdu kós móti málum í krígsherjaða landinum, men at tað hevur eydnast ukrainsku loftverjuni at skjóta tær allar niður.
Náttina til hósdagin royndu russar at fremja eitt av sínum størstu álopum á mál í Ukraina, og her vóru bumbubrestir at hoyra í fleiri býum kring um í landinum.
Ávaringarlúðrar vóru í gongd um stóran part av Ukraina, og soleiðis hevur eisini verið í morgun.
Tíðindamiðlar vita at siga, at náttina til hósdagin vóru spreingingar at hoyra í eitt nú høvuðsstaðnum, Kyiv, næst størsta býi landsins, Kharkiv, eins og í Zjytomyr og havnabýnum, Odessa.
Ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, Mykhailo Podoljak, skrivaði á Tvitter í gjár, at fleiri enn 120 rakettir vórðu sendar eftir málum í Ukraina.
Tað er norska kringvarpið NRK, sum í morgun ber tíðindini um, at ukrainska loftverjan aftur í nátt hevur skotið niður 16 russiskar kamikaze-dronur.











