Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, greiddi frá, hvussu føroyska skattaskipanin er innrættað, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld so sum heilsutrygd og barsilsgjald verða goldin.

Ukrainsk flóttafólk fingu góða kunning

- Samanumtikið eitt viðkomandi og væl fyriskipað tiltak, siga tey á TAKS eftir fundin í dag.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, greiddi frá, hvussu føroyska skattaskipanin er innrættað, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld so sum heilsutrygd og barsilsgjald verða goldin.

Í dag skipaðu Vinnuhúsið og Reyði Krossur fyri tiltaki, har flóttafólk úr Ukraina fingu kunning um, hvussu arbeiðsmarknaðurin og skattaviðurskiftini í Føroyum eru uppbygd.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, greiddi frá, hvussu føroyska skattaskipanin er innrættað, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld so sum heilsutrygd og barsilsgjald verða goldin.

- Stjórin kunnaði eisini um heimasíðuna hjá TAKS, har tú á enskum máli hevur møguleikan at lesa um øll grundleggjandi skattaviðurskifti í Føroyum, eins og kundatænastan hjá TAKS eisini fegin vegleiðir.

Umframt TAKS luttóku eisini Vinnuhúsið og ALS, sum greiddu frá føroyskum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

- Samanumtikið eitt viðkomandi og væl fyriskipað tiltak, siga tey á heimasíðuni hjá TAKS eftir fundin í dag.