Russland er í ferð við eina »skjóta afturtøku« av deildunum við høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, og býin Tjernihiv í norðara parti av Ukraina.
Tað sigur ráðgevin hjá ukrainska forsetanum Mykhailo Podoljak.
Frágreiðingin er, sigur hann, at russarunum tørva deildirnar í norðara og eystara parti av Ukraina.
– Við skjótu afturtøkuni av russarum úr Kyiv- og Tjernihiv-økinum er púra greitt, at russarar raðfesta ein annan taktikk. At fella aftur móti eysturi og suðuri, skrivar hann á sosialum miðlum.
Í syðra Ukraina hevur í fleiri vikur verið harðir bardagar um havnarbýin Mariupol, sum hevur verið kringsettur av russiskum deildum.
Fleiri túsund fólk metast at vera deyð undir áhaldandi russisku bumbuálopunum.
Tað hava eisini verið bardagar í landspørtunum Luhansk og Donetsk eystanfyri. Bæði økini eru undir eftirliti av prorussiskum ukrainum.
Altjóða Reyði Krossur ætlar í dag at royna aftur at røkka fram til Mariupol. Har verður mett, at upp ímóti 130.000 fólk er fanga uttan atgongd til mat og vatn.
Reyði Krossur royndi í gjár at røkka fram til tess at føra eina kolonnu við 54 bussum og øðrum privatum akførum út úr býnum. Men hjálparfelagsskapurin mátti venda við, tí umstøðurnar vóru truplar.
Roknað verður við, at russar fara at styrkja síni álop við Mariupol og økini kring Svartahavsstrondina.
Ein teirra, ið hepnaðist at flíggja úr Mariupol, tann 32 ára gamli Dmytro Kartavov, sigur, at tað vóru trupulleikar viðat sleppa fram við russisku deildunum.
Teir leita eftir øllum ukrainum, sum hava stríðst saman við ukrainska herinum fyri at verja býin.
– Teir lótu allar menn úr øllum klæðunum og leitaðu eftir tatoveringum, sigur Kartavov, sum er bygningsarbeiðari. Russararnir høvdu serligan áhuga fyri knøunum hjá monnunum.
– Eg arbeiði, eg geri umvælingar, og knø míni eru sjálvandi, tey eru arbeiðaraknø. Men teir søgdu tú hevur grulvað í skotgrøvum, grivið tær út« og meira av slíkum.
Hann er nú í móttøkumiðstøðini í býnum Zaporizzja 200 kilometrar frá Marjupol, har ukrainar hava eftirlitið.
/ritzau/AFP