Ukrainar spæla í Ukraina

Størsti parturin av leikarunum á ukrainska landsliðnum spæla fótbólt í heimlandinum.

Av teimum 23 spælarunum, sum eru úttiknir, spæla heili 18 í heimligu kappingini í Ukraina. Stórfelagið Dynamo Kiev hevur seks landsliðsleikarar, meistaraliðið, Shaktar Donetsk, hevur fimm leikarar á landsliðnum, meðan Dnipro Dnipropetrovsk eisini hevur fimm. Tað vil siga, at bert fimm av landsliðsleikarunum spæla uttanfyri Ukraina. Av hesum spæla tveir í Russlandi, ein í Hollandi, meðan størstu stjørnurnar eru at finna í Chelsea og Leverkusen. Her er talan sjálvandi um áleypararnar Shevchenko og Voronin.