Í morgun skrivaðu útlendskir miðlar, at ukrainski stjórnarherurin hevði tikið býin Tsjuhujiv har eysturi í Ukraina aftur frá russum.
Tíðindastovan NTB, sum endurgav BBC, visti at siga, at harðir bardagar høvdu verið í býnum í samband við afturtøkuna.
Upplýsingarnir vóru ikki váttaðir av óheftum keldum.
Í Tsjuhujiv, sum liggur umleið 37 kilometrar frá næst størsta býi í Ukraina, Kharkiv, búgva umleið 30.000 fólk.
Nú skriva útlendskir miðlar, at ukrainar hava tikið enn ein bý aftur frá russum, og hetta er havnabýurin, Mykolaiv, har suðuri í Ukraina.
Tað er guvernørurin í landslutinum, sum sambært Reuters sigur, at flogvøllurin í býnum aftur er undir ukrainskum valdi.
Ein ráðgevari hjá ukrainska forsetanum skrivar sambært tíðindastovuni eisini á Tvitter, at flogvøllurin nú aftur er í hondunum á ukrainsku stjórnardeildunum.









