Í langa tíð hava harðir bardagar verið millum ukrainskar og russiskar herdeildir um býin, Bakhmut, sum russar leingi hava roynt at tikið.
Her eru tað serliga sonevndir Wagner-hermenn, ið er ein privatur herur, sum eru á odda fyri russisku deildunum.
- Eg eri ovfarin av, at tað framvegis eru eini 6000 sivilfólk eftir í býnum, skrivar varaforsætisráðharrin í Ukraina, Iryna Veresjtsjuk, á Telegram.
Í býnum búðu annars eini 70.000 fólk, áðrenn Russland leyp á Ukraina fyri skjótt einum ári síðan.
Áheitanin hjá varaforsætisráðharranum kemur, eftir at russisk álop móti býnum og kring býin hava kostað fimm sivilfólkum lívið, samstundis sum niggju onnur eru løstað, veit tíðindastovan CNN at siga.
- Tey, sum velja at vera verandi í býnum, seta seg sjálvi og síni kæru í vanda, sigur Iryna Veresjtsjuk.
Hon leggur aftrat, at sivilfólkini, sum eftir eru, eisini elva til trupulleikar, bæði fyri løgregluna og ukrainska herin, sum stríðist móti russisku herdeildunum um býin.
Wagner-herdeildirnar hava sagt, at tað helst fer at eydnast at fáa fult ræði á Bakhmut, áðrenn vit koma út í apríl, og tað er tíðindastovan NTB, sum skrivar um gongdina í Bakhmut.











