Generalurin í ukrainska flogvápninum, Mykola Olesjtsjuk, hevur í einari dagføring á Telegram lagt út eitt video-brot, sum skal vísa, at enn ein brúgv í Kursk-landslutinum verður oyðiløgd.
- Enn ein brúgv er oyðiløgd. Flogvápnið oyðileggur fleiri veitingarmøguleikar hjá fíggindanum við neyvum flogálopum, skrivar generalurin.
Video-brotið, sum hann hevur lagt út, vísir eina spreinging á einari brúgv, og á filmsbrotinum sæst eisini, at eitt stórt hol kemur í vegin, har búgvin kom upp.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiskur bloggari í gjár legði út myndir, sum at síggja til eru av somu brúgv, sum ukrainar siga seg hava oyðilagt.
Bloggarin sigur einki um, hvør brúgv talan er um í hesum føri, men sambært NTB sær hetta út til at vera ein brúgv, sum gongur um ánna, Sejm, við bygdina, Zvannoje.
Um hetta er rætt, er talan um eina brúgv, sum liggur 15 kilometrar norðuri í Kursk-landslutinum.
Fríggjadagin upplýstu ukrainskir myndugleikar, at ukrainskar herdeildir høvdu oyðilagt eina aðra brúgv í økinum nærindis bygdini, Glusjkovo.
Tað verða tvær vikur týsdagin, síðan ukrainskar herdeildir tóku seg inn í Kursk-landslutin í Russlandi.
- Brúgvar verða oyðilagdar fyri at forða russum í at flyta nýggjar herdeildir til økið og fyri at oyðileggja russiskar veitingarleiðir, veit tíðindastovan NTB at siga.











