Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, segði í dag, at Ukraina fer at taka Krim-hálvoynna í Svartahavinum aftur frá Russlandi.
Tað var í 2014, at Russland tók Krim frá Ukraina - uttan at ráðføra seg við onnur lond.
Sambært Reuters sigur Volodomyr Zelenskyj, at Ukraina fer at taka Krim aftur - við teimum "midlum", sum landið heldur vera teir røttu, og hetta verður gjørt uttan, at Ukraina fer at ráðføra seg við onnur lond.
Reuters veit at siga, at ukrainski forsetin segði hetta á einum tíðindafundi eftir eina ráðstevnu um Krim-hálvoynna.
Ukrainski forsetin segði eisini, at um heimurin verður troyttur av krígnum í Ukraina, kann hetta gerast ein stórur vandi fyri heimin. Tí heitir Volodomyr Zelenskyj staðiliga á heimssamfelagið um at senda Ukraina vápn, so landið kann stríðast ímóti russiska hersetingarvaldinum.
- Tað kemur ikki upp á tal at "frysta" hermótini nú fyri at tekkjast Russlandi. Hetta fer Kyiv slett ikki at góðtaka, sigur ukrainski forsetin.
##med2##