Fyri fundin, sum verður í dag, hittu uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, tíðindafólk.
Dmytro Kuleba sigur, at hann vegna Ukraina hevur trý ynski á skránni til fundin millum uttanríkisráðharrarnar. Tey eru vápn, vápn og vápn.
Hann segði, at ukrainski herurin seinastu vikurnar hevur víst, at hann megnar at standa í móti russisku herdeildunum, og hann helt eisini, at Ukraina kann vinna kríggið.
- Men, uttan fleiri vápn fer sigurin at kosta okkum stór menniskjanslig tap og líðingar, segði Dmytro Kuleba.
Uttanríkisráðharrin segði eisini, at við fleiri vápnum verður skaðin á býirnar í Ukraina minni, og tað verða færri Butsja, sum hann tók til og vísti til hópdrápini av sivilfólki.
Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, segði, at Nato stuðlar ukrainska uttanríkisráðharranum í ynskinum um fleiri vápn.
- Eg havi biðið limalondini um at senda fleiri og ymiskar vápnaskipanir. Alt frá løttum vápnum til tung vápn.
Jens Stoltenberg tók undir við Dmytro Kuleba, tá hesin sigur, at Ukraina vantar vápn fyri at verja seg.
Nato-aðalskrivarin vísti á ræðuleikarnar í Kyiv-forstaðnum, har fleiri hundrað fólk eru dripin, og hann vísti á týdningin av, at Nato stuðlar Ukraina.
Ukrainski uttanríkisráðharrin segði, at Ukraina hevur brúk fyri ymiskum vápnum, stríðsflogførum, rakettum, loftverjuskipanum og hernaðarakførum.
- Fáa vit fleiri vápn frá Nato-londunum og samstundis offra okkara lív, kunnu vit byrgja upp fyri, at kríggið spjaðir seg út um Ukraina, segði Dmytro Kuleba.