Ukraina verður ikki limur í Nato

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði á einum video-fundi við hernaðarligar leiðarar, at hetta er ein ásannan, sum hann noyðist at viðurkenna.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, viðurkendi í dag, at Ukraina verður ongantíð limur í Nato. 

 

- Ukraina er ikki limur í Nato. Vit skilja tað. Vit hava í fleiri ár fingið at vita, at dyrnar standa opnar, men vit hava eisini hoyrt, at vit kunnu ikki gerast limir.

 

Ukrainski forsetin segði á einum video-fundi við hernaðarligar leiðarar, at hetta er ein ásannan, sum má viðurkennast.

 

Eitt av krøvunum, sum Russland hevur sett yvirfyri Ukraina, er, at landið ongantíð verður limur í Nato.

 

Men, bæði Ukraina og Nato hava higartil víst russiska kravinum aftur.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur fleiri ferðir sagt, at dyrnar til limaskap í verjusamgonguni standa opnar.

 

- Tað eigur at vera upp til hvørt einstakt land sjálvt at gera av, hvønn verjufelagsskap landið ynskir at verða partur av, hevur Nato-aðalskrivarin sagt.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.