Ukraina tvíheldur um málið um Nato-limaskap

Løgið, at Russlandi ger ukrainskan limaskap í Nato til ein trupulleika, tá tað ikki er aktuelt, sigur Scholz

 

Týski kanslarin Olaf Scholz og ukrainski forsetin, Volodomir Zelenskij. Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Hóast týðuliga russiska ónøgd søkir Ukraina enn um limaskap í Nato.

Tað vera at »tryggja okkara trygd«, sigur landsins forseti, Volodimir Zelenskij.

– Vit skilja, at Nato-limaskapur fer at tryggja okkara verju og rættin til øki okkara, sigur Zelenskij.

Hann hevði í dag felags tíðindafund í Týsklandi saman við samveldiskanslaranum, Olaf Scholz.

Zelenskij leggur afturat, at »nógvir journalistar og nógvir leiðarar lata Ukrain skilja«, at tað »verður best ikki at nevna spurningin um framtíðar limaskap av Nato«.

Tí tað hevur ein vanda við sær um eitt álvarsligt svar frá Russlandi, sigur Zelenskij.

– Men eg fari at halda, at vit skulu halda fram henda vegin, vit hava valt, segði hann sambært Reuters.

Olaf Scholz legði á tíðindafundinum dent á, at ukrainskur limaskapur í Nato ikki er á dagsskrá.

– Spurningurin um limaskap er ikki aktuellur, og tí er tað eisini paradoksalt at síggja russisku stjórnina gera nakað, sum ikki er á skrá, til ein stóran politiskan trupulleika, sigur Scholz sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Kanslarin er í Ukreaina í dag og fer síðani víðari til Russlands.

Hann leggur dent á, at Týskland og tess sameindur eru til reiðari til eitt seriøst amskifti við Russland um evropiska trygd.

/ritzau/

 

Týski kanslarin Olaf Scholz og ukrainski forsetin, Volodomir Zelenskij. Handout/AFP/Ritzau Scanpix