noyddist í gjár á fund við ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, eftir at tað er komið fram, at Ukraina hevur selt Irak vápn. Eru tíðindini sonn, hevur Ukraina brotið ST-samtyktina, sum bannar limalondunum at selja irakum vápn.
Anatolij Zlenko, uttanríkisráðharri var á almennari vitjan í Dominikanska Lýðveldinum, tá tíðindini um vápnahandilin bórust, og hann fór alt fyri eitt við flogfari til New York.
Undan fundinum við Kofi Annan skuldi ukrainski uttanríkisráðharrin hitta umboð fyri tey londini, sum umsita regluna, sum bannar limalondunum at selja Irak vápn. Noreg er eitt av hesum londunum.