Trygdarráðið hjá ST er kallað inn til skundfund klokkan 03 í nátt at viðgera spentu støðuna í Ukraina.
Tað skrivar Reuters.
Fleiri lond, eitt nú USA, Frakland, Stórabretland og Noreg, hava kravt ein bráðfeingis fund í trygdarráðnum hjá ST.
Sama ger uttanríkisráðharrin hjá Ukraina, Dmytro Kuleba.
Reuters veit frá eygnavitnum at siga, at "tað eru óvanliga stór fylgi við hernaðarakførum og útbúnaði", sum koyra gjøgnum Donetsk í eystara parti av Ukraina í kvøld.
Donetsk er størsti býurin í økinum har eysturi í Ukraina, sum krevur loysing frá Ukraina.
Hendingarnar har eysturi í Ukraina í kvøld fara fram, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið boð um at senda "friðarvarðveitandi" deildir inn í økið har eysturi í Ukraina.
Russiski forsetin hevur fyrr í dag viðurkent økini, Donetsk og Luhans sum sjálvstøðugar partar.
##med2##












