Í nátt hevur ukrainska loftverjan skotið niður sjey rakettir og 32 dronur.
Sambært ukrainsku verjuni leyp Russland á við tilsamans 51 rakettum og dronum í nátt.
Tað veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
Ukrainska loftverjan sigur, at russisku álopini í nátt serliga vóru vend móti hernaðarligum málum og undirstøðukervinum í Ukraina.
Borgarstjórin í næst størsta býnum í Ukraina, Kharkiv, sigur, at býurin varð raktur av russiskum álopum í nátt.
Ihor Terehov, sum borgarstjórin kallast, sigur, at fýra fólk fingu løstir í russisku álopunum.










