Eins og fleiri onnur lond er Ukraina komið í trupulleikar av teirri heimsumfatandi fíggjarkreppuni, og sambært forsætisráðharranum, Julia Timoshenko, er støðan so álvarssom, at landsins politikararnar eiga at semjast um at loysa trupulleikarnar í felag.
Julia Timoshenko segði um vikuskiftið, at teir politisku flokkarnir í samgongu og andstøðu eru noyddir til at leggja alt politiskt kegl til viks og at taka hendur saman um at loysa landsins trupulleikar.
Julia Timoshenko hevur leingi ligið í opnum stríði við Viktor Justjtjenko, forseta. Endin varð, at hann sendi tjóðartingið til hús og boðaði frá nývali. Tað verður tann 7. desember, sjálvt um forsætisráðharrin er ímóti tí.
Ukraina hevur søkt Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um 14 milliardir dollarar í láni, sum stjórnin ætlar at brúka til at hjálpa bankakervinum.