Ukraina sigur at stígur er komin í hjá russum

Sambært ráðgeva hjá ukrainska forsætisráðharranum hevur Russland ikki neyðugu hernaðarligu styrkina til at taka seg longur fram.

 

Myndin vísir her bumbaða sjónleikarhúsið í ukrainska býnum Mariupol. Sambært Ukraina framdu russiskar deildir álopið. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Ukraina sigur í dag, at hermótið millum ukrainsku og russisku deildirnar er so at siga fryst fast.

Boðini koma frá Oleksij Arestovytj, sum er ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, og fyrrverandi hermaður.

– Seinasta samdøgrið hava so at siga ikki verið nøkur rakettálop móti ukrainskum býum, sigur Arestovytji í einum videoboðum.

Sambært ráðgevanum hevur Russland ikki nóg stóra hermegi til at taka seg longur fram í Ukraina. Tað hevur verið frætt um, at fleiri russiskir hermenn hava lágan moral vegna stóru mótstøðuna, teir hava møtt í Ukraina.

Meðan russiska innrásin eftir øllum at døma gongur sent á jørðini, so hava russisku deildirnar framt nógv flogálop.

Millum annað í Mariupol, havnarbýnum í landsynningspartinum av landinum.

Sambært ukrainskum myndugleikum hevur Russland í Mariupol bæði bumbað eitt barnasjúkrahús, eitt stórt sjónleikarhús og ein listaskúla.

Russland hevur víst aftur ákærur um at hava framt álop ímóti sivilum.

Í eini dagføring hósdagin boðaði ST frá, at 816 sivil fólk eru deyð í krígnum.

Kríggið í Ukraina er nú í síni fjórðu viku.

Tað var 24. februar, at Russlandi gjørdi innrás í landið. Vesturheimurin er í parti við Ukraina.

Stríðið snýr seg millum annað um, at Russland heldur, at Ukraina hevur nærkast vesturheiminum ov nógv. Russland er ímóti ukrainska ynskinum um at gerast partur av verjusamgonguni Nato og hevur kravt trygd fyri, at tað ikki hendir. Slíka trygd hevur Nato víst aftur at geva.

/ritzau/Reuters

 

 

Myndin vísir her bumbaða sjónleikarhúsið í ukrainska býnum Mariupol. Sambært Ukraina framdu russiskar deildir álopið. - Foto: -/Ritzau Scanpix