Tað hevur gingið so illa hjá russum á hermótunum, har russiskar herdeildir eru riknar aftur í fleiri økjum. - Hetta er orsøkin til, at Putin er desperatur, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin.

Ukraina: - Putin er desperatur

- Russland skeyt tilsamans 75 rakettir eftir býum í Ukraina, harav ukrainska loftverjan skeyt 41 av rakettunum niður, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Tað hevur gingið so illa hjá russum á hermótunum, har russiskar herdeildir eru riknar aftur í fleiri økjum. - Hetta er orsøkin til, at Putin er desperatur, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sigur sambært tíðindastovuni AFP, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er desperatur.

 

Orsøkin er, sigur hann, at tað hevur gingið so illa hjá russum á hermótunum í Ukraina, har russiskar herdeildir eru riknar aftur í fleiri økjum.

 

Í minsta lagi 10 fólk eru dripin og 60 løstað, tá Russland framdi hevndarálop móti fleiri ukrainskum býum í morgun.

 

Alt bendir á, at atsóknirnar í morgun eru hevnd fyri, at Krim-brúgvin, sum knýtir Krim-hálvoynna beinleiðis til Russland, var fyri álopi um vikuskiftið.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum raktu 75 russiskar rakettir í morgun býir í Ukraina.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at rakettirnar vórðu vendar móti orkuveitingini og undirstøðukervinum í Ukraina.

 

Forsetin sigur, at Russland skeyt tilsamans 75 rakettir eftir býum í landinum, harav ukrainska loftverjan skeyt 41 av rakettunum niður.

 

Russiska álopið kemur eitt samdøgur eftir, at russiski forsetin, Vladimir Putin, gav Ukraina skyldina fyri álopið á Krim-brúnna leygardagin.

 

Í einari sjónvarpsrøðu í samband við fund í russiska trygdarráðnum í dag kom russiski forsetin við hørðum ákærum móti Ukraina.

 

- Um álopini á Russland halda fram, fara vit at svara harðliga aftur, segði Vladimir Putin í røðu síni.

 

 

 

Tað hevur gingið so illa hjá russum á hermótunum, har russiskar herdeildir eru riknar aftur í fleiri økjum. - Hetta er orsøkin til, at Putin er desperatur, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin.