Ukraina nyttar einki

Venjarin hjá Saudi Arabia er í ferð við at fyrireika sítt lið til dystin móti Ukraina. Og sambært Marcos Paqueta sjálvum, so fær hansara lið ongar trupulleikar av Shevchenko & co.
 Ukrainska liðið er vánaligt. Vit mugu gera okkum dælt av ringu støðuni, sum teir eru í, og vinna okkum eitt gott úrslit. Í øllum førum mugu teir gera nakrar taktiskar broytingar, um teir ætla ssær at vinna á okkum, sigur hann.
Saudi Arabia spældi 2-2 javnleik móti Tunis í fyrsta dystinum. Vinna teir móti Ukraina í kvøld, eru teir væl ávegis teimum seinastu 16.