Ukraina minni gass úr Russlandi

Ósemja um prísin á gassi fekk í morgun Russland at skrúva gasskranarnar til grannalandið Ukraina eitt sindur fyri Sambnært russiska sjónvarpinum hevur gassfelagið Gazprom givið boð um at skerja gassflutningin til Ukraina 25 prosent.

Ukrainsku myndugleikarnir hava longu váttað, at tað er minni trýst í gassrørunum úr Russlandi. Tað ger, at Ukraina noyðist at brúka av sínum egnu goymslum, sum eru umleið 20 prosent av ársnýtsluni.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Russland og Ukraina eru ósamd um gassprísin. Í 2006 skrúvaðu russar fullkomiliga fyri eitt skifti, og tað ávirkaði gassflutningin úr Russlandi til Evropa.