Ukraina leggur fram ætlanir um endurbygging

Tørvur verður á fleiri hundrað miljardum krónum til at byggja landið upp aftur eftir kríggið.

Ukrainska stjórnin leggur fyri fyrstu ferð í dag fram sínar ætlanir um endurbygging av landinum. Samstundis heitir stjórnin á heimssamfelagið um hjálp til at fremja hetta í verki.

 

Í dag hittast 40 sonevnd potentiell gevaralond í Lugano í Sveis, og tá fer ukrainska stjórnin at leggja fram sínar ætlanir um, hvussu endurbyggingin av landinum eigur at fremjast.  

 

Tørvur verður á fleiri hundrað miljardum krónum til at byggja landið upp aftur eftir kríggið. Hvat ítøkiliga krevst, verður helst lagt fram upp undir endan av fundinum í  Lugano í dag.

 

Tað veit tíðindastovan NTB at siga.

 

Lagt verður aftrat, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer at luttaka á fundinum í Sveis um netið, og hetta verður beinleiðis úr ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.