Ukraina kann útflyta fleiri tons av korni

Fleiri milliónir tons av korni, sum eru á goymlsu í ukrainskum havnum, kunnu nú eftir øllum at døma útflytast

 

Recep Erdogan og Vladimir Putin, sum eru forsetar í ávikavist Turkalandi og Russlandi, avmyndaðir, eftir at avtala er gjørd um útflutning av ukrainskum korni gjøgnum Svartahavið. - Foto: Vladimir Smirnov/Ritzau Scanpix

Ein avtala, sum endaliga fer at leysgeva stóru korngoymslurnar hjá Ukraina, tykist nú at vera upp á pláss. Samstundis tykist Russland at missa ondina, heldur bretskur fregnartænastumaður. 

Her er eitt yvirlit yvir gongdina í krígnum:

* Russland og Ukraina skriva undir eina kornavtalu í dag

Russland og Ukraina fara í dag at skriva undir eina avtalu, sum gloppar dyrnar fyri, at korn aftur kann útflytast úr ukrainskum havnum við Svartahavið.

Tað upplýsir turkiska forsetaskrivstovan sambært tíðindastovuni Reuters.

Turkiski forsetin, Recep Erdogan, hevur saman við ST virkað sum semingsmaður millum Russland og Ukraina. Avtalan hevur verið ávegis í tveir mánaðir, og í síðstu viku varð samráðst í Turkalandi.

* Bretskur fregnartænastustjóri: Russland er við at missa ondina.

Russiski herurin fer sannlíkt at halda ein operativan steðg í Ukraina komandi vikurnar.

Tað heldur Richard Moore, sum er stjóri í bretsku fregnartænastuni MI6, sambært Reuters.

– Eg haldi, at tey eru við at missa ondina, segði hann á Aspen Security Forum, sum er í Colorado í USA.

* Ukraina: Russland hevur brúkt umleið 55-60 prosent av teimum missilum, sum landið hevur á goymslu, innan innrásina.

Tað upplýsti ukrainska fregnartænastan sambært amerikanska tankasmiðjuni ISW í nátt.

* Zelenskyj: Ukraina kann rættiliga pína Russland.

Ukrainski herurin kann gera framstig á vígvøllinum og gera Russlandi stóran skaða, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í gjár eftir at hava hitt høgar yvirmenn. Tað skrivar Reuters.

/ritzau/

 

Recep Erdogan og Vladimir Putin, sum eru forsetar í ávikavist Turkalandi og Russlandi, avmyndaðir, eftir at avtala er gjørd um útflutning av ukrainskum korni gjøgnum Svartahavið. - Foto: Vladimir Smirnov/Ritzau Scanpix