Tað gongur av skriðuni hjá Ukraina at halda tíðarætlanina í samband við byggingina av tí tí stóra EM-leikvøllinum í Kiev. Tí hóttir europeiska fótbóltssamgongan, UEFA við at taka vertsskapin frá Ukraina, sum saman við Póllandi reikar fyri EM-endaspælinum í fótbólti, sum er á breddanum í 2012.
Í gjár gav UEFA-forsetin, Michel Platini Ukraina eitt hvassorðað ultimatum: - Syrg fyri at fáa tann stóra leikvøllin í Kiev lidnan, ella missa tit EM-vertsskapin.´
- Teir hava ikki flutt seg ein millimetur í bygningsarbeiðnum. Riggar tað ikki í Kiev, so riggar tað ikki í Ukraina. Eingin høvuðsstaður, einki land, segði Michel Platini við europeiskar fótbóltsjournalistar í Brussel.
Michel Platini skal hava fund við tann nývalda ukrainska forsetan, Viktor Janukovitsj í nærmastu framtíð. Á fundinum fer Platini at krevja eina eyka trygd frá ukrainsku myndugleikunum, at byggingin av leikvøllum í Kiev og Lviv verður liðug í góðari tíð.
Michel Platini avsannar tó, at eitt annað land bíðar eftir at taka yvir leiklutin hjá Ukraina, sum EM-vertstjóð. - Eg eri óttafullur, men eg líti á eitt land og tess lyftir.









