Ukraina: Í minsta lagi 10 fólk dripin og 58 særd jólaaftan

- Hetta er terror - at drepa fyri at skapa njótilsi og ótta, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram í kvøld.

 

Myndin er úr Kherson, men hon er ikki tikin í samband við russisku álopini á býin í dag, jólaaftan.

Jólaaftan eru í minsta lagi 10 fólk dripin og 58 eru særd í russiskum álopum á býin, Kherson, sum ukrainar tóku aftur frá russum fyrr í heyst.

 

Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar í kvøld.

 

Ein av næstu monnum ukrainska forsetans, Kyrylo Tymosjenko, sigur, at av teimum 58 særdu í álopunum jólaaftan, hava 18 fingið álvarsligar løstir.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Telegram í kvøld, at russiska terrorisman móti sivilfólkinum í Ukraina heldur fram.

 

- Tað eru ikki hernaðarlig mál, sum lopið er á. Hetta er ikki eitt kríggj í tráð við reglurnar. Hetta er terror - at drepa fyri at skapa njótilsi og ótta.

 

Hetta eru orðini hjá forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram í kvøld, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Dagført:

 

Seinni hevur verið boðað frá, at tilsamans 16 fólk lótu lív í russisku álopunum í Kherson jólaaftan, og at 64 fólk hava fingið løstur. Millum tey deyðu eru eisini trý neyðhjálparfólk.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er úr Kherson, men hon er ikki tikin í samband við russisku álopini á býin í dag, jólaaftan.