Herfyri upplýsti ukrainski herurin, at tað hevur eydnast at taka nakrar smábýir aftur, sum russiski herurin hevur havt ræðið á.
Hetta eru býir, sum liggja á leiðini móti stóra býnum Kherson, har ukrainski herurin nú fremur mótálop á russiskar støðir.
Sambært Reuters sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í kvøld, at ukrainski herurin nú hevur eftirlitið við nýggjum økjum á leiðini.
Forsetin sigur, at ukrainsku hermenninir hava tikið ræðið á tveimum búsetingum aftrat har suðuri í Ukraina - og einari triðju búseting har eysturi í landinum.
Haraftrat hevur herurin lagt undir seg landaøki har eysturi í Ukraina, sum russiski herurin annars hevur havt ræðið á.
Sambært Reuters segði Volodymyr Zelenskyj ikki, hvørji øki talan er um, ei heldur ítøkiliga, nær hetta er hent.
Forsetin í Ukraina hevur í dag eisini sagt, at hann hevur fingið góðar dagføringar frá herinum og fregnartænastuni í dag.
Reuters veit at siga, at Volodymyr Zelenskyj í sínari dagligu video-talu til ukrainska fólkið í dag takkaði herinum fyri at hava tikið eitt øki aftur í eystara parti av Donetsk.