Ukraina hevur sprongt tvær russiskar brýr

CNN hevur staðsett hendingina við fylgisveinamyndum hjá felagnum, BlackSky, og her sæst roykur og oyðiløgd russisk hernaðarakfør.

 

Í morgun vita útlendskir tíðindamiðlar at siga, at ukrainski herurin hevur steðgað tveimum russiskum royndum at sleppa tvørtur um eina týdningarmikla á í Luhansk-regiónini.

 

Hetta hava teir gjørt við at spreingja tvær russikar flótibrýr í luftina, skrivar CNN, sum hevur staðsett hendingina við fylgisveinamyndum hjá felagnum, BlackSky.

 

Ein flótibrúgv er ein fyribils brúgv, og í hesum førinum verður sagt, at tað er russiski herurin, sum hevur lagt brúgvarnar í royndini at sleppa tvørtur um ánna í økinum.

 

CNN veit at siga, at fylgisveinamyndirnar eru tiknar hin 10. mai - stutt eftir, at ukrainskar bumbur høvdu rakt økið.

 

Myndirnar vísa royk og oyðiløgd russisk hernaðarakfør við áarbakkan.

 

##med2##

 

Í morgun endurgeva útlendskir miðlar forsetan í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, fyri at siga, at Russland í dag er størsta beinleiðis hóttanin móti heimsfriðinum.

 

Hetta sigur hon eftir ein toppfund saman við forsetanum í Evroparáðnum, Charles Michel og japanska forsætisráðharranum, Fumio Kishida.