Ukraina hevur sett seg upp á tvørs

Ukraina vil ikki góðtaka dystarskránna, sum hini londini í okkara EM-bólki eru blivin samd um. Ukraina heldur, at Frakland hevur ov stóran fyrimun av skránni. Avleiðingin kann verða, at UEFA dregur lut um, hvussu dystirnir skulu spælast

Ukraina vil ikki spæla við meir. Eftir at Føroyar og hini londini í okkara bólki til EM-undankappingina í fótbólti vóru blivin samd um, hvussu dystirnir í bólkinum skuldu spælast, hevur Ukraina lagt fót fyri avtaluna.
UEFA krevur, at øll londini skulu semjast um dystarskránna, áðrenn hon er endaliga, men tað vil Ukraina ikki gera.
 Vit kunnu ikki góðtaka skránna, sum varð løgd í Paris. Vit halda, at Frakland fær ov stóran fyrimun, tí teir spæla á heimavølli seinastu fýra dystirnar, skrivar ukrainska fótbóltssambandið í einum brævi til hini londini í bólkinum.
Harafturat heldur Ukraina, at tað er ein vansi fyri teir, at teir skulu spæla á heimavølli fyrst ímóti bæði Fraklandi, Italia og Skotlandi.
Tí mælir Ukraina til, at dystirnir ímillum teir og Frakland verða býttir um, og at dystirnir millum Ukraina og Litava eisini verða býttir um.

Kann enda við lutakasti
Í løtuni halda samráðingarnar millum tey sjey londini fram. Føroyar og hini fimm londini hava verið samd um eina dystarskrá, men nú verður arbeitt við onkrum smávegis broytingum, so at Ukraina eisini kann góðtaka skránna.
Tað er tó ikki líkt til, at Litava og Frakland vilja ganga krøvunum frá Ukraina á møti, men møguliga kann onkur onnur smávegis broyting bøta um støðuna.
Eitt uppskot er, at dystirnir ímillum Føroyar og Frakland verða býttir um, so at Frakland ístaðin kemur til Føroya móti endanum av kappingini. Hetta hevur so við sær, at Føroyar ikki fáa nakran veruligan pengadyst í ár, tí bæði heimadystirnir ímóti Italia og Fraklandi liggja næsta ár.
Tað er ikki vist, at hendan broytingin kann loysa knútin, men partarnir halda fram við at tosa saman, og skuldi tað ikki borið til at funnið eina semju, fer UEFA at draga dystarskránna tann 2. mars. Tað vilja øll londini helst sleppa undan, tí tá hava tey onga ávirkan á dystarskránna longur.