Ukraina sent álopsdronur eftir Moskva í nátt

Tað sigur borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum, Sergej Sobjanin, í morgun.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, saman við borgarstjóranum í Moskva, Sergej Sobjanin

Borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum Moskva, Sergej Sobjanin, sigur á Telegram, at ukrainski herurin í nátt er lopin á Russland við dronum.

 

Hann sigur, at russiska loftverjan hevur skotið niður fleiri ukrainskar álopsdronur, sum helst vóru á veg móti málum í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur borgarstjóran.

 

Sagt verður, at tríggjar dronur eru skotnar niður í Podolsk, sum liggur einar 38 kilometrar úr høvuðsstaðnum og 15 í Brjansk-regiónini, sum liggur einar 450 kilometrar í ein útsynning úr Moskva.

 

Sambært borgarstjóranum í Moskva eru ongar fráboðanir komnar um, at nakar er deyður ella løstaður í ukrainska dronuálopinum í nátt.

 

Tíðindastovan Reuters sigur seg ongar óheftar keldur hava, sum kunnu staðfesta tíðindini hjá Sergej Sobjanin, og Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini.

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, saman við borgarstjóranum í Moskva, Sergej Sobjanin