Ukraina hevur lopið á russiska oljugoymslu

Í vikuni hevur verið at frætt um tvey ukrainsk álop á russiskar oljugoymslur.

Sambært guvernørinum í russisku regiónini Kursk leyp ukrainski herurin í morgun á eina oljugoymslu í økinum, sum liggur nærindis ukrainska markinum.

 

Sagt verður, at álopið varð framt við dronu, og at eldur stóð upp úr oljugoymsluni.

 

- Ein oljutangi brennur, men eingin hevur fingið løstir, skrivar guvernørurin, Roman Starovojt, á Telegram.

 

Fyrr í vikuni visti ukrainska fregnartænastan at siga, at ukrainski herurin eisini hevur lopið á eina aðra oljugoymslu í Russlandi í vikuni.

 

Reuters veit at siga, at oljugoymslan, sum ukrainski herurin leyp á í morgun, virkar, sum hon skal, og billbukt er fingið við eldinum.