Ukrainskir myndugleikar siga, at tey hava einki við drápið á russiska blaðstjóran, Darja Dugina, at gera.
Darja Dugina, sum er dóttir russiska filosofin, Aleksandr Dugin, læt lív av einari bilbumbu nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva, í gjárkvøldið.
Denis Pusjilin, sum leiðir russisk vinarligu loysingarrørsluna í Donetsk í Ukraina, segði í dag, at tað vóru terroristar hjá ukrainsku stjórnini, ið stóðu aftan fyri spreingingina, sum tók lívið av kvinnuni.
Men, hetta afturvísir ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, Mykhailo Podoljak.
- Sjálvandi hevur Ukraina einki við spreingingina at gera, tí vit eru ikki ein kriminellur statur, sum Russland er, sigur ráðgevin hjá forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
##med2##
Hildið verður, at málið við álopinum nærindis russiska høvuðsstaðnum, var Aleksandr Dugin, pápi Darja Dugina, sum verður sagdur at vera heilin aftan fyri aggressiva hjálandapolitikkin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Spreingingin fór fram í sonevnda Odintsovo-økinum, nærindis russiska høvuðsstaðnum, tá faðir og dóttir høvdu vitjað ein mentanarfestival
Tíðindastovan NTB veit at siga, at Darja Dugina í síðstu løtu avgjørdi at taka bilin hjá pápanum, ein Toyota Land Cruiser, meðan pápin fór í ein annan bil.