Ein talskvinna fyri ukrainska herin, Natalija Gumenjuk, sigur, at dronuálopið á oljugoymsluna á Krim-hálvoynni um vikuskiftið var ein liður í fyrireikingunum hjá Ukraina til mótálopini, sum fara at koma.
- Oyðilegging av veitingunum hjá fíggindanum er ein partur av fyrireikingunum til stórálopini, sum vit hava lagt til rættis yvir longri tíð.
Natalija Gumenjuk er talskvinna fyri ukrainsku herdeildirnar har suðuri í Ukraina. Hon dylur ikki fyri, at mótálopini, sum fleiri hava væntað nú til várs, nærkast.
Sambært tíðindastovuni NTB kom eldur í eina stóra oljugoymslu í havnabýnum, Sevastopol, har russiski svartahavsflotin hevur sína støð. Ukrainskar keldur siga, at tíggju tangar við olju fóru uppí royk.
Myndugleikarnir í Kyiv hava higartil ikki sagt alment, at teir stóðu aftanfyri dronuálopið í Sevastopol, men hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina sigur, at fleiri slík álop og spreingingar fara at koma.










