Tvær nætur á rað hevur Ukraina framt álop á Krim hálvoynni, sum Russland tók ræði á í 2014.
Ukrainar siga, at rakettir hava rakt mál, meðan russarar siga, at ukrainskar rakettir vóru skotnar niður, áðrenn tær raktu nøkur mál.
– Loftverjan oyðilegði fýra ukrainskar rakettir yvir Krim hálvoynni, sigur russiska verjumálaráðið sambært AFP. Áður hevur ráðið sagt, at 36 ukrainskar dronur, sum vórðu brúktar til álop, vóru skotnar niður yvir Krim.
Ukrainar siga hinvegin, at flogvápnið í nátt hevur framt álop á Krim og hevur rakt russisku Saki-flogstøðina har vesturi í Krim. Sambært ovastanum í ukrainska flogvápnum eru "øll mál" rakt.
Ukraina hevur nýliga hert álopini ímóti Krim.











