Nógvir ukrainar skulu í ár hátíðarhalda jól í dag, 25. desember, fyri fyrstu ferð.
Tað verður gjørt, eftir at stjórnin í juli broytti dagin, tá landið heldur jól. Higartil hevur Ukraina fylgt russisktortodoksu kirkjuni, har siður er at halda jól 7. januar.
Í lógini, sum Volodymyr Zelenskyj, forseti, hevur undirskrivað, stendur, at ukrainar vilja »liva sítt egna lív við teirra egnum siðum og halgidøgum«.
Tað loyvir teimum at »sleppa russiska arvinum, sum hevur álagt teimum at halda jól 7. januar«, stendur eisini í lógartekstinum.
Kristindómurin er tann størsti átrúnaðurin í Ukraina, har russisktortodoksa kirkjan tó higartil hevur verið tann størsta.
Eins og russiska kirkjan, brúka tær flestu kristnu kirkjunurnar eystanfyri tann julianska kalendaran, sum kann dagfestast aftur til rómverjatíðina, í staðin fyri gregorianska kalendaran, sum annars verður brúktur.
Broytingin í dagfestingini er ein av fleiri broytingum í Urkaina, síðani Russland leyp á landið í fjør.
Fyri at sletta spor av russisku og sovjettiska valdinum eru nøvn broytt á gøtum, og standmyndir tiknar niður.
Ortodoksa kirkjan í Ukraina, ein óheft kirkja, sum helt fyrstu gudstænastu sína í 2019, hevur eisini flutt jólini til 25. desember.
Kirkjan sleit seg alment frá russisktortodoksu kirkjuni, tá Russland tók Krim hálvoynna í 2014.
Síðani tá eru prestar og heilar sóknir fluttar yvir í nýggju kirkjuna, sum veksur skjótt og hevur tikið yvir fleiri kirkjubygningar við sambandi til russiskortodoksu kirkjuna.
Ukraina hevur verið undir russiskari andaligari leiðslu síðani 17. øld.
Undir sovjetttíðini og tess fráboðan um gudloysi vórðu siðir sum jólatrø og jólagávur flutt til nýggjársaftan, sum tá varð tann størsti haligdagurin og enn er tað hjá mongum familjum.
Ukrainskir siðir hava eisini ein jóladøgurða jólaaftan við 12 rættum, og at fólk prýða heimið við hveitibundum.
Í nøkrum økjum fara børn frá hurð til hurð og synga sangir og spæla krubbuspæl.
/ritzau/AFP