Tað er sonevnda Azon-herdeildin hjá Ukraina, sum á Telegram sigur frá framgongd í útsynningspartinum av býnum, Bakhmut.
- Framtøkan fevnir um tríggjar kilometrar í breidd og 2,6 kilometrar í dýbd, sum tikið verður til, og tað er Andrij Biletskyj, sum ber boðskapin á Telegram.
Hann sigur, at eingir russiskir hermenn eru í økjunum, sum Ukraina hevur tikið aftur frá russum, men at Azon-deildin eisini hevur tikið krígsfangar.
Eisini Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, ásannar, at russiskar herdeildir hava tikið seg aftur úr einum øki nærindis Bakhmut.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.