Ukrainskir myndugleikar heita nú á íbúgvar í Kupjansk-økinum um at rýma, tí her eru harðir bardagar við russiskar herdeildir.
Hinvegin gongur framá hjá ukrainsku deildunum í Bakhmut, har herurin nú hevur tikið hálandð kring býin aftur frá russum.
Ukrainsku myndugleikarnir siga, at Russland hevur savnað stórar herdeildir, sum royna at taka seg fram við Kupjansk í útnyrðingspartinum av Ukraina.
Kupjansk liggur í Kharkiv-regiónini.
Myndugleikarnir í Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina, hava heitt á íbúgvarnar í 37 bygdum í regiónini um at rýma.
Íbúgvarnir eru bidnir um at fara vesturyvir til umsitingarmiðstøðina í regiónini.
- Russland roynir at bróta ígjøgnum verjuskansarnar hjá okkum. Støðan er trupul, men hon er undir eftirliti, sigur eitt talsfólk hjá ukrainsku verjuni, Serhij Tsjerevatij, við ukrainskt sjónvarp.
Russland sigur, at teirra herdeildir hava tikið seg fram í økinum.
The Guardian endurgevur ukrainska varaverjumálaráðharran, Hanna Maliar, fyri at siga, at ukrainskar deildir nú taka hálandið kring Bakhmut aftur frá russum.
Hon leggur aftrat, at alt bendir á, at tað fer at eydnast ukrainsku deildunum at kringseta russisku herdeildirnar í býnum.
- Russland roynir at fáa okkum at taka herdeildirnar burtur av Bakhmut-leiðini við at leypa á økir í Kharkiv-regiónini, endurgevur The Guardian Honnu Maliar fyri at siga.
##med2##