Tað var ukrainski herurin, sum framdi eina røð av álopum á russiskar herstøðir á Krim-hálvoynni í summar.
Ukraina hevur áður ikki viljað váttað, at landið stóð aftan fyri hesi álop.
Men, nú sigur ukrainski verjuleiðarin, Valerij Zaluzjnij, at tað var ukrainski herurin, sum framdi álopini.
Í einari grein hjá statsriknu ukrainsku tíðindatænastuni Ukrinform í dag skrivar Valerij Zaluzjnij, at ukrainar eitt nú brúktu rakettir í álopinum.
Hann sigur eisini, at í tí eina álopinum vórðu 10 russisk stríðsflogfør oyðiløgd.
Verjuleiðarin vil ikki siga meira um ukrainsku álopini á Krim, sum skakaðu fólkið á oynni.
Sambært Reuters vórðu álopini í august mánaði vend móti flogvøllinum Saki.
Russland hevur hildið upp á, at spreingingarnar, sum vóru fleiri í tali, vóru óhapp og eldur í krútgoymslum.
Men, nú hevur so umboð fyri Ukraina sagt, at tað var ukrainski herurin, sum stóð aftan fyri álopini.
##med2##












