Ukraina: Fleiri fólk eru flutt burtur úr Mariupol

– Zelenskyj ávarar landasvíkjarar

 

Mariupol í landssynningspartinum av Ukraina, er í knúsi, sigur borgarstjórin. - Foto: Vadim Ghirda/Ritzau Scanpix

Fleiri enn 6.000 fólk vórðu í gjár flutt burtur – næstan helmingurin úr Mariupol, hvørs borgarstjóri sigur, at býurin er sorlaður sundur av russiskum álopum.

Her er eitt yvirlit:

* Yvir 6.000 fólk vórðu flutt burtur úr gjár.

Ukrainski varaforsætisráðharrin, Iryna Veresjtsjuk, sigur, at 6.266 fólk fríggjadagin vórðu flutt burtur úr ukrainskum býum. Tað skrivar CNN, og sambært amerikanska miðlinum stavar dagføringin úr eini fráboðan. Har skrivar Veresjtsjuk, at við í talinum eru 1.421 fólk, sum í egnum bilum fóru úr Berdjansk og Melitopol til Zaporizzja eftir serligu flutningsleiðunum.

* Zelenskyj: Russiskar deildir flyta seg norðureftir.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í eini samrøðu við sjónvarpsrásina Fox News, at russiskar deildir taka seg aftur norðan fyri Kyiv.

Tað gongur ikki skjótt, men tað er týðuligt. Støðan í eystara parti av Ukraina er nógv meira kaotisk, sigur hann harumframt. Hann sigur, at Russland fyrireikar nýggj álop á býin Kharkiv og í Donbas-økinum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

* Varaborgarstjórin í Mariupol: Býurin er í knúsi.

– Býurin er púrasta lagdur í oyði, sigur borgarstjórin í Mariupol, Sergei Orlov, í eini samrøðu við CNN, har hann tosar um støðuna í býnum eftir tey mongu russisku álopini. – Vit harmast – ikki vegna undirstøðukervi, men vegna fólki, sigur borgarstjórin.

* USA ætlar at royna at fáa sovjetiskar stríðsvognar til Ukraina.

Amerikanska stjórnin ætlar at samstarva við sameind um at flyta gamlar sovjetiskt framleiddar stríðsvognar til Ukraina. Tað upplýsir ein embætismaður hjá Joe Biden, forseta, sambært New York Times. Sovjetisku stríðsvognarnir kunnu hjálpa ukrainskum hermonnum at leypa á russiskar deildir í Donbas-økinum úr fjarstøðu.

* Zelenskyj kemur við seinastu ávaring.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kom leygarnáttina við síðstu ávaringar til tey, sum hann kallar »landasvíkjarar«.

– Boð mini til teirra eru sera einføld: At verða settur til svars fyri landasvik slepst ikki undan, sigur hann við tilsiping til tey embætisfólk, sum enn arbeiða fyri prorussisk loysingarfólk, sum Russland hevur sett sum leiðarar í hersettu býunum.

* ST-embætismaður vitjar í Moskva og roynir at fáa vápnahvíld.

Ein høgur embætismaður í ST fer at vitja russiska høvuðsstaðin, Moskva, hetta vikuskiftið fyri at royna at tryggja eina »humanitera vápnahvíld« í Ukraina. Tað sigur ST aðalskrivarin, Antóniu Guterres, sambært tíðindastovuni AFP. Sambært Guterres prógvar vitjanin, at ST ikki gevst í stríðnum um at steðga krígnum í Ukraina.

/ritzau/

 

Mariupol í landssynningspartinum av Ukraina, er í knúsi, sigur borgarstjórin. - Foto: Vadim Ghirda/Ritzau Scanpix