Ukraina søguliga vitjan í dag

Hetta er fyrstu ferð, at ein indiskur forsætisráðharri vitjar í Ukraina, síðan Sovjetsamveldið fall í 1991.

Í morgun er indiski forsætisráðharrin, Narenda Modi, komin á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. 

 

Í Ukraina skal hann eitt nú hitta ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskyj. 

 

Hetta er fyrstu ferð, at ein indiskur forsætisráðharri vitjar í Ukraina, síðan Sovjetsamveldið fall í 1991.

 

Tað er ukrainski forsetin, sum hevur boðið indiska forsætisráðharranum á vitjan.

 

Fyrr í summar var Narenda Modi á vitjan í Moskva, og í gjár hitti hann forsetan í Póllandi í Warszawa.

 

Hetta vita útlendskir miðlar at siga í morgun.