Nato-londini eru samd um at Ukraina hernaðarhjálp í fleiri ár. Men Ukraina fær ikki innbjóðing til at gerast limur í Nato á toppfundinum í Vilnius í Litava. Ukraina verður tó seinni limur í Nato.
Tað sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, á tíðindafundi í Vilnius í dag.
– Tey sameindur koma við einum sterkum og positivum boðskapi til Ukraina. Bæði í mun til stuðul og í mun til at rudda slóð fyri limaskapi í Nato, sigur Jens Stoltenberg.
Nato-londini gera greitt, at tey ikki kunnu bjóða Ukraina at gerast limur í Nato, fyrr enn øll tey sameindu eru samd, og treynir loknar.
Harvið fær Ukraina hvørki eina innbjóðing ella ítøkiliga tíðarætlan fyri limaskapi, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevði vónað.
/ritzau/











