Í annaðkvøld klokkan 18 skal føroyska fótbóltskvinnulandsliðið royna seg móti Ukraina í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Ukraina hevur sjey stig í bólki B. Føroyar hava enn ikki fingið fyrsta stigið í undankappingini.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ukraina. Sendingin byrjar klokkan 17.20 fríggjadagin.
Ukraina er risastórur favorittur til at vinna dystin.
Oddsini uppá ukrainskan útisigur liggja millum 1,01 og 1,03.
Oddsini uppá føroyskan heimasigur eru risastór. Oddsini liggja millum 24,00 og 81,00.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 10,50 og 18,00.
Her eru oddsini uppá dystin:
##med2##