Fyri sættu ferð síðani 2018 skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla ein undankappingardyst móti Ukraina.
Mikudagin klokkan 19 spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum EM-undankappingardyst móti Ukraina í týska býnum Aschaffenburg. FM1 hevur studiofrásøgn av dystinum úr studionum í Krosslíð 2.
Tvær tær fyrstu ferðirnar vann Ukraina greitt 30-22 og 30-19. Tað hevur verið rættiliga tepurt í trimum teimum seinastu dystunum, serliga báðum heimadystunum, ið bert eru taptir við einum máli, 26-27 og 25-26.
Hóast greiðu framgongdina hjá føroyska liðnum, so er Ukraina greiður favorittur hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum.
Oddsini uppá sigur til Ukraina liggja millum 1,32 og 1,42.
Oddsini uppá sigur til Føroyar liggja millum 3,40 og 4,60.
HER eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum:
##med2##