Ukraina boðar frá russiskum dronuálopum

Russland leyp í nátt á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Tað upplýsir hernaðarumsitingin í Kyiv sambært Reuters.

– Loftverjuskipanirnar eru í gongd í útjaðaranum av Kyiv, segði Serhij Popko, sum eri leiðari í hernaðarumsitingini, í einum boðum á boðtænastuni Telegram í nátt.

Hann hevur síðani upplýst, at talan var um dronuálop.

Allar dronurnar vórðu skotnar niður. Einki bendir á, at nakar hevur fingið skaða í sambandi við álopið, skrivar tíðindastovan AFP.

Almenna russiska tíðindastovan Tass skrivaði eftir álopið, at loftalarmarnir fóru í gongd í stórum parti av Ukraina. Alarmarnir fóru í gongd í helminginum av landspørtunum – teirra millum landspartinum, har Kyiv er.

/ritzau/