Zelenskyj: 500-600 russar yvirgóvu seg í gjár

Líkt er til, at russiska trýstið á ukrainska høvuðsstaðin veksur, og higartil eru umleið 1300 ukrainskir hermenn falnir í krígnum.

 

Á einum tíðindafundi seinnapartin í dag segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at millum 500 og 600 russiskir hermenn yvirgóvu seg í gjár, fríggjadagin.

 

Sambært Reuters segði forsetin eisini, at umleið 1300 ukrainskir hermenn er deyðir í krígnum, síðan Russland leyp á fyri stívliga tveimum vikum síðan.

 

Fyrr í dag hevur verið sagt frá russiskum álopum á fleiri býir í Ukraina, og sagt verður frá hørðum bardøgum í havnabýnum, Mykolajiv, har suðuri í Ukraina, eins og loftálop hava verið á høvuðsstaðin og nærliggjandi býir.

 

Stórávísin, The New York Times, skrivar, at álopini á Kiew og økini kring býin tykjast økjast. 

 

Borgarstjórin í býnum Vasylkiv, sum liggur einar 36 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin, Nataliia Balasynovych, sigur, at býurin varð raktur av einum loftálopi í morgun. Býirnir, Brovary og Tsjernihiv, sum eisini liggja nærindis høvuðsstaðnum, hava eisini verið fyri álopum.

 

Í dag upplýsti bretska verjumálaráðið, at teirra kanningar benda á, at nógv umrødda kolonnan - ella herfylgið - sum leingi hevur verið ávegis móti Kiew, hevur flutt seg nakað seinastu dagarnar, eftir at herfylgið hevur staðið í stað í eina viku.

 

Sagt verður, at stóra fylgið er á leiðini einar 25 kilometrar norðan fyri Kiew, har fylgið nú hevur spjatt seg.

 

Mett verður, at herfylgið nú hevur spjatt seg fyri at stuðla russiskum herdeildum, sum helst royna at kringseta høvuðsstaðin. Ein onnur orsøk kann vera, skriva útlendskir miðlar, at spjaðingin eisini kann hava sína orsøk í ukrainsku álopunum.

 

Morten Strand, rithøvundur og fyrrverandi útsent tíðindafólk fyri norska Dagbladet, heldur, at spjaðingin av herfylginum eftir øllum at døma merkir, at fylgið deilir seg upp og ger seg til reiðar til eitt álop.

 

- Ukrainskir hermenn hava girt seg í skotgravir og aðrastaðni á vegnum inn til Kiew, og skulu russar taka høvuðsstaðin við stríðsvognum, er hugsandi, at her verða ógvuliga blóðugir bardagar, sigur hann við Dagbladet.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði seinnapartin í dag, at Ukraina nú er á einum strategiskum vegamóti.

 

- Eftir øllum at døma væntar forsetin, at tað nú eru teir stóru býirnir, serliga Kiew, sum koma at standa fyri skotum, sigur tíðindamaðurin, sum tó heldur tað vera trupult at siga, nær hesi álop eru væntandi. 

 

Tor Bukkvoll, sum er granskari við Forsvarets Forskningsinstitutt í Noregi, heldur tað ikki vera óhugsandi, at ukrainski herurin fer at geva russisku herdeildunum so mikið stóra mótstøðu, at russiski herurin ikki megnar at taka Ukraina.

 

- Hetta kann gerast ein støða, har Russland ikki megnar at vinna á Ukraina, men har Ukraina heldur ikki megnar at reka russisku herdeildirnar úr aftur landinum, sigur granskarin við Dagbladet.

 

Hann heldur tað tó vera meira sannlíkt, at russiski herurin við tíðini fer at taka fleiri og fleiri av stóru býunum í Ukraina.

 

- Men, trupulleikin er, at tað tykist ikki, sum Russland hevur hugsað, hvat skal henda, um landið røkkur sínum máli. Um Russland ætlar at seta eina stjórn í Ukraina, noyðast teir at hava landið hersett í langar tíðir, sigur Tor Bukkvoll.

 

Hann vísir eisini á møguleikan við einari samráðingarloysn, sum í løtuni tykist vera langt burtur - ella, at okkurt hendir við leiðsluni í Moskva, sum hann tekur til.