Emmanuel Ukapi, ið hevur skrivað undir sáttmála við B68, galdandi fyri kappingarárið 2012, vil nú prógva sítt virði sum fótbóltsspælari.
Tað sigur hann í stuttari viðtalu við bold.dk.
- Eg gleði meg at sleppa til Føroya. Eg eri nú skaðafríur of skal eg vísa, hvat eg dugi. Eg eri sera fegin um, at framtíðin er komin upp á pláss, so eg kann bara hugsa um fótbóltin, sigur Emmanuel Ukapi við bold.dk.
Nigerianski framherjin hevur fyrr spælt við Ølstykke, Esbjerg og FC Fyn.










