UKIP ákært fyri at misbrúka ES fígging

UKIP hevur móttikið nógvan ES stuðul til politiska upplýsing. Nú vísir tað seg, at peningurin er brúktur til at fremja teirra egnu politisku søk

Enn ein politiskur flokkur, ið er sera ES kritiskur, er ákærdur fyri at misnýta pening, ið hann hevur fingið úr ES grunnum.

 

Hesuferð er talan um bretska flokkin UKIP, við karismatiska Nigel Farage á odda.

 

Fyri stuttari tíð síðan kom fram, at Morten Messerschmidt og Dansk Folkeparti høvdu misnýtt fígging úr ES grunnumm m.a. at føra valstríð fyri.

 

UKIP hevur nú gjørt tað sama. Peningurin er brúktur at fíggja millum annað veljarakanningar og annað val tilfar til ES parliamentsval, ið verður sæð sum óbeinleiðis stuðul til ein politiskan flokk. Reglugerðin fyri ES grunnunum loyvir ikki, at peningurin verður nýttur sum stuðul til politiskar flokkar, men bert til politiska upplýsing.

 

Talan eru eini 3.7 milliónir danskar krónur.

 

Dansk Folkeparti valdi at rinda tað aftur, sum tey høvdu brúkt skeivt, men hevur verið straffaður í veljarakanningum síðan.