Í morgun var ein ugla funnin á vegnum á Nesi í Vági.
Ferðandi í bussi funnu ugluna, ið var á lívi, men ikki gjørdi stórvegis um seg.
Jens Petur Brattalíð hevur í morgun verið í skúlunum á Tvøroyri og í Vági og víst næmingunum flotta fuglin.
Tað hendir, at uglur koma til Føroya, men ofta er tað ikki.
Jens Petur Brattalíð fór fyrrapartin til Aksal Poulsen í Sumba, ið er fuglakønur, at vísa honum ugluna.










