Ein 30 minuttir langur dokumentarfilmur um afrikanska krígsbrotsmannin Joseph Kony hevur vakt so stóran ans, at ugandiska stjórnin nú lovar at taka brotsmannin.
-Tað er gott, at fólk, sum ikki vistu um hansara brotsverk, nú verða kunnað um tað, tí maðurin er eitt ódjór. Kanska fara at ganga ár, áðrenn vit fáa Kony, men fyrr ella seinni taka vit hann deyðan ella livandi, sigur Felix Kulayige, sum er talsmaður hjá verjumálaráðnum í Uganda.
Joseph Kony stendur á odda fyri uppreistrarherinum Lord's Resistance Army (LRA), sum hevur framt eitt ótal av krígsbrotsverkum. Eitt nú hevur herur hansara burturflutt eina rúgvu av børnum, sum síðani verða brúkt sum hermenn, og harafturat verða ungar gentur brúktar sum sextrælir hjá hermonnunum.
Higartil hava næstan 55 milliónir fólk verið á YouTube og hugt efrir filminum um Joseph Kony.










