Tað nærkast finaluni í kappróðrarárinum 2012. Annan leygardag verður ólavsøkuaftan, og tá verður sjeyndi og síðsti kappróðurin í hesum árinum.
Higartil hevur kappróðrarárið verið stak væl eydnað. Burtursæð frá seinkingini á Fjarðastevnu næstsíðsta leygardag hevur tað gingið sum eftir ánni at leggja til rættis og at avgreiða róðrarnar
Undan Vestanstevnuni tók Róðrarsambandið í egnan barm og broytti tilrættaleggingina soleiðis, at master kappimgarnar vórðu á skránni beinanvegin eftir barnaróðrarnar og frammanundan klokkan 15.
At hetta var skilagóð avgerð sást aftur í, at klokkan var ikki trý korter til fimm, tá ið 10-mannaførini vóru farin um málið.
Ofta hevur Sandavágur staðið fyri skotum sum róðrarpláss. Víst hevur verið á, at tað ikki er nóg gott, um havaldan hevur ávirkan á róðurin. Fleiri tær seinastu ferðirnar hava líkindini verið góð, tá ið FM kappróður hevur verið á Vestanstevnu í Sandavági, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Høgættin er góð har vesturi, og bæði lokalu fyrireikararnir og Róðrarsambandið syrgdu fyri, at fyrireikingarnar vóru góðar.
At evarska lítla lotið var ímóti bar ikki bestu fyritreytir fyri mettíðum við sær. Eingi nýggj met fyri kappróður í Sandavági vórðu sett leygardagin. Men í fleiri kappingum vóru vinnaratíðirnar tær bestu í hesum róðrarárinum.
Drekin vann kappingina millum 5-mannaførini við dreingjum við bestu vinnaratíðini í ár. Havfrúgvin við kvinnum vann kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum við bestu vinnaratíðini í ár.
Lómur við monnum vann kappingina millum 6-mannaførini við bestu vinnaratíðini í ár, og Miðvingur vann kappingina millum 8-mannaførini við bestu vinnaratíðini í ár.
Í kappingini millum 10-mannaførini vóru tíðirnar hjá bæði Klaksvíkingi og Vestmenningi betri enn besta vinnaratíðin frammanundan. Tað var tíðin hjá Suðuroyingi á Jóansøku í Vági.
Róðrarteinurin í Sandavági var 1000 metrar, og tí ber bara til at sammeta við tíðirnar í róðrum, sum bara hava verið á 1000 metra teininum.
Felags fyri vinnaratíðirnar á Vestanstevnu hjá Páll Fanga við kvinnum í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum, Erlu Kongsdóttir í kappingini millum 5-mannafør við gentum, og vinnaratíðirnar hjá Junkaranum og Jallinum í barnakappingini millum ávikavíst dreingir og gentur var, at tær vóru triðju bestu vinnaratíðirnar í ár.









