Fótbóltur
Tá tað av fyrsta tíð varð kunngjørt, at Champions League-finalan í 2008 skuldi spælast í Moskva, bendi alt á, at talan skuldi verða um søguligan dyst. Heldur enn at stríðast við at hampa um vøllin, sum stóran part av árinum í veruleikanum er grúsvøllur, hevði leiðslan fyri vøllin valt at leggja graslíki á. Og við altjóða góðkenningini, sum graslíki hevur fingið, kundi talan gerast um fyrstu europisku finaluna á øðrum undirlagi enn grasi.
Gras í 16 dagar
Hildu moskvittarnir fast, so var einki til hindurs fyri, at dysturin varð spældur á graslíki, men eftir umbøn frá UEFA varð tó játtað, at gras skuldi leggjast á vøllin undan sjálvari finaluni.
Nýggjur vøllur varð lagdur oman yvir graslíkið fyri fleiri mánaðum síðani, men í russiska vetrinum hevði hesin sera vánalig gróðrarlíkindi.
Sjálvir ætlaðu russar ikki at gera nakað við hetta, men UEFA-umboðsmaðurin, sum hevði eftirlit við vøllinum, segði, at tað var ikki spælandi á hesum. Og fyri 15 døgum síðani varð nýtt gras lagt á vøllin.
- 15 dagar eru ikki nóg mikið hjá grasinum til veruliga at festa seg, og á sjónvarpsskíggjanum fer grasið ikki at tykjast heilt so grønt. Tekniskt er vøllurin tó í góðum standi, og tí rokni eg ikki við, at hetta fer at tarna dystinum tað allarminsta, sigur Matt Frost, sum hevur eftirlit við vøllinum, við enskar miðlar.
Kostnaðurin av at leggja seinna grasvøllin yvir graslíkið, var á leið 1,8 milliónir krónur.