Europeiska fótbóltssamgongan UEFA hóttir nú feløg, sum skylda ovurhondsstórar peningaupphæddir. Í gjár kom fram, at feløgini í ensku Premier League skylda tilsamans slakar 29 milliardir krónur, og tað órógvar leiðsluna í enska fótbóltssambandinum. Aðalskrivarin í UEFA, David Taylor, sigur í dag, at UEFA metir ein møguleika verða, at feløg, sum skylda stórar upphæddir, verða koyrd úr europeiskum fótbólti í framtíðini. Sambært enska fótbóltssambandinum standa tey fýra stórfeløgini Manchester United, Liverpool, Chelsea og Arsenal fyri einum triðingi av skuldini hjá feløgunum í Premier League.










