UEFA: Slovan kann møta við einum koronafríum eykaliði

Champions League: Fyribils er dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava útsettur til fríggjakvøldið klokkan 19

Evropesiska Fótbóltssambandið, UEFA, hevur í dag givið Slovan Bratislava, sum av røttu skuldi spæla móti KÍ í 1. umfari av Champions League í kvøld, ein nýggjan møguleiki, eftir at allur hópurin bleiv settur í sóttarhald.

Slovan Bratislava hevur fingið ein møguleika at møta við einum koronafríum eykaliði, sum kemur til landið í seinasta lagi í morgin. Hartil skal nýggjur venjari og nýggj hjálparfólk finnast, tí ongin í ferðalagnum í Føroyum sleppur at taka lut í dystinum.

UEFA reglugerðin sigur, at dysturin skal verða avgreiddur í seinasta lagi tvey samdøgur eftir ásettan dystardag.Tí skal Slovan Bratislava nú finna 13 spælarar uttan korona, fyri at kunna avgreiða dystin í Klaksvík fríggjakvøldið. 

Umframt tað ítróttarliga, so er eisini ein praktisk avbjóðing. Eykaliðið kann eitt nú ikki búgva á Hotel Brandan, har hópurin, sum er í Føroyum, býr nú. Formaður í KÍ, Tummas Lervig, vil ikki fyrihalda seg til spurningin um hetta er gott ella ringt fyri KÍ.

- Nei, vit fyrihalda okkum bara til reglugerðina. Vit kunnu ikki mótsiga reglugerðini, tí hon gevur teimum hendan møguleikan. Nú fyrireika vit okkum upp á, at tað verður Champions League fótbóltur í klaksvík fríggjakvøldið, sigur Tummas Lervig við In.fo.

Tað gekk rúm tíð, áðrenn boð komu úr fundinum, sum skuldi byrja klokkan 10. Hetta var tó ikki orsaka av kjaki ella ósemju. Fundurin bleiv útsettur í tveimum førum og byrjaði ikki fyrr enn klokkan 10.45.

Nú verður so bíðað eftir Slovan Bratislava. Teir hava frammanundan spælarar og leiðarar, ið hava koronu. Eykaliðið spældi seinasta dystin í slovakisku kappingini, so tað er eitt sindur óvist hvørjar spælarar slovakisku meistararnir kunnu taka við til Føroya.

Nú fellur avgerðin

11.12: UEFA hevur givið Slovan Bratislava møguleikan at møta við einum eykaliði, sum kemur til Føroya sum skjótast. Dysturin skal verða avgreiddur í seinasta lagi fríggjadagin. Bólturin liggur nú hjá Slovan Bratislava, um teir velja at møta við teimum eykaspælarunum, sum ikki eru í sóttarhaldi.

11.00: Fundurin hevur nú verið í ein tíma og tað er einki nýtt at frætta. undan fundinum var væntað, at hetta skuldi verða ein rímiliga skjótur fundur, sum skuldi staðfesta avgerðina hjá føroysku myndugleikunum. Soleiðis er ikki, men tað kann eisini hava okkurt at gera við, at UEFA skal hava tíðindini fyrst, ella at avgerðirnar skulu góðtakast á sentralt. Men hetta er alt gitingar, tí einki hevur verið at hoyrt um gongdia á fundinum.

09.54: Í dag klokkan tíggju verður endaliga avgerðin tikin, um Champions League dysturin í Klaksvík verður avlýstur. Tá skal leiðslan í KÍ og UEFA, evropesiska Fótbóltssambandið, á fund.

Tað var í gjár seinnapartin, at In.fo fekk staðfest at fysioterapeuturin hjá Slovan Bratislava úr Slovakia hevði fingið staðfest koronusmittuna, tá ferðalagið kom til landið mánadagin.

Les eisini: Slovan hevur koronu við til Føroya (Trýst HER)

Slovan Bratislava hevði frammanundan tveir tilburðir av koronu í hópinum. Ein spælari og ein í leiðarabólkinum vóru eftir í Slovakia, og nakrir spælarar komu heldur ikki við til Føroya.

##med2##

Tað var kaos í Klaksvík, tá hópurin hjá Slovan Bratislava kom til Klaksvíkar í gjár at venja. Tíðindini um positivu testina blivu almenn um 16 tíðina, og venjingin skuldi byrja klokkan 17. Her vildi leiðslan hjá KÍ ikki lova spælarunum inn á økið og skiftirúmini, fyrrenn UEFA umboðið hevði givið loyvi til tað.

Les eisini: Tað var kaos í Klaksvík (Trýst HER)

Samstundis var øll leiðslan hjá KÍ í samráðingum við Fótbóltsambandið, myndugleikarnar og Slovan Bratislava, sum ætlaði at halda fram sum um einki var hent. Um 18-tíðina gjørdu føroysku myndugleikarnir greitt, at spælararnir og ferðalagið hjá Slovan Bratislava skuldi í sóttarhald í 14 dagar ella av landinum.

Nú verður endaligi fundurin, har UEFA kemur við eini avgerð. Reglugerðin í samband við korona og uppstartin av evropesisku kappingunum sigur, at dysturin skal verða spældur í seinasta lagi tveir dagar eftir ásettu tíð. UEFA kann eisini áseta nýggjan uttanveltaða leikvøll, um landsins myndugleikar hjá heimaliðnum ikki loyva dystinum.

- Nei, eg vænti ikki, at dysturin verður spældur. Teir kundu komið við einum eykaliði, men teir sita eisini í sóttarhaldi. Og dysturin verður ikki spældur við hasum spælarum, sum eru í Føroyum, segði Tummas Lervig við In.fo í gjár.

Tað er eisini altjóða áhugi fyri gongdini í hesum málinum. Slovakiskir miðlar hava sent fyrispurningar og bløð sum danska Ekstrablaðið og norska VG hava skrivað um málið. KÍ hevur bæði ein danska og ein norskan spælara.

Kemur KÍ víðari uttan dysti, so skal KÍ spæla áutivølli móti Young Boys úr Sveis. Við í bagaguni eru 2,8 milliónir krónur, sum tað gevur at koma víðari úr fyrsta umfari í Champions League.